Hetta er sanniliga ein søguligur dagur fyri føroyingar og danir.
Tað sigur Eiler Fagraklett í føroyska LGBT felagnum, sum er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transfólkum í Føroyum, í Sosialinum hetta vikuskiftið.
Sunnudagin hevur fyrsti samkyndi føroyingur silvurbrúdleyp við sínum maka av sama kyni.
Tað er Bogi Dánjalson Davidsen úr Havn, sum sunnudagin heldur silvurbrúdleyp við manni sínum, Søren Kjær Nielsen og í eini heilsan í Sosialinum til silvurbrúðarparið kallar LGBT hetta fyri ein søguligan dag, bæði fyri føroyingar og danir.
Sunnudagin eru nevniliga 25 ár síðani, at teir báðir gingu saman í skrásett parlag, sum seinni er umlagt til hjúnaband.
Bogi Dánjalson Davidsen og Søren Kjær Nielsen eru eisini eitt av heimsins fyrstu samkyndu hjúnabondunum í nýggjari tíð.
- Danmark var fyrsta landið í heiminum, sum loyvdi samkyndum pørum at skráseta seg í parlagi. Tað hendi 1. oktober 1989 og Eigil og Axel Axgil, ið vóru við til at stovna danska LGBT felagskapin í 1948, gjørdust heimsins fyrsta skrásetta parlag.
Men sjey mánaðar seinni fylgdi havnamaðurin og yvirlæknin, Bogi Dánialson Davidsen, í teirra fótaspori, og skrásetti seg í parlagi við Søren Kjær Nielsen, sum er føddur í Nørre-Nebel.
Í 2012 broytti danska fólkatingið hjúnabandslógina, so at eisini samkynd kundu giftast á jøvnum føti við hinkynd og sama ár løgdu Bogi Dánialson Davidsen og Søren Kjær Nielsen sítt skrásetta parlag um til hjúnaband.
LGBT sigur, at Bogi Dánjalson Davidsen hevur altíð verið ein undangongumaður og tað hevur hann eisini verið í áhaldandi bardaganum fyri javnrættindum fyri samkynd í Føroyum.
Bogi varð eisini tann fyrsti, sum fekk Róland virðislønini frá LGBT Føroyum. Tað er ein virðisløn, sum er til minnis eftir Róland Samuelsen, og sum verður latin fólki, sum hava givið eitt týdningarmikið og lívlangt íkast til stríðið fyri javnrættindum ímillum hinkynd og samkynd í Føroyum.
- Eins og Róland Samuelsen, var Bogi ein av fyrstu føroyingunum, ið alment váttaði, at hann var samkyndur, sigur LGBT.
Í áttitiárunum og nítiárunum stóð hann á odda fyri at bróta niður fordómarnar um samkynd, og hann talaði fyri politiskum javnrættindum í Føroyum.
- Sum yvirlækni í Danmark var hann eisini við til at veita læknaligan, sosialan og menniskjansligan stuðul til føroysk samkynd, ið fluttu niður, tí tey vóru smittað við HIV, og seinni ofta lótu lív av eyðkvæmi. Tey vóru ofta meira ella minni einsamøll í fremmandum landi.
Nú teir báðir halda silvurbrúdleyp, eru teir báðir farnir frá við eftirløn, Bogi Dánjalson Davidsen sum yvirlækni, og Søren Kjær Nielsen sum samskipari á Københavns Universitet