Fyrsti sambandstingmaður í Sandoynni

Tá ið Gerhard Lognberg hevur boðað Løgtinginum frá, at hann er partur av tingmanning Sambandsfloksins, skrivar hann søgu. Tí tá verður tað á fyrsta sinni, at ein sambandsmaður úr Sandoynni situr á Føroya Løgtingi.

 

Síðani vit fingu floksbýti á tingi í 1906 hevur Sambandsflokkurin stríðst fyri at fáa umboð valt í Sandoyar valdømi. Men tað eydnaðist ongantíð. Fyrstu árini átti Sjálvstýrisflokkurin bæði umboðini. Men á valinum í 1916 var fyri fyrstu ferð umboð valt, sum ikki umboðaði Sjálvstýrisflokkin. Tá var A. C. Evensen, sum hevði umboðað Sjálvstýrisflokkin, valdur uttanflokka í Sandoyar valdømi.

 

Síðani 1936 var Javnaðarflokkurin tann sterki flokkurin, sum hevði umboðan í valdøminum so at siga út í eitt til Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2008. Tjóðveldi og Fólkaflokkurin hava stríðst um hitt umboðið.

 

Men í dag, 108 ár síðani floksbýtið eydnaðist Sambandsflokkinum at fáa eitt umboð úr oynni.

 

Hetta hendi so sama dag, sum tað gjørdist alment, at Listbeth L. Petersen, sum er abbadóttir stovnara Sambandsfloksins, boðaði frá, at hon hevur meldað úr sama flokki

 

Tingmanning Sambandsfloksins hevur ikki talt níggju tingfólk síðani 1916 – og ikki síðani 1932 hevur tingmanningin verið fleiri enn átta. Í 1932 vóru 11 mans valdir á ting fyri Sambandsflokkin.