Lønarsamráðingar
Fyrsti sáttmálin hjá einum felag undir Føroya Arbeiðarafelag er nú uppsagdur. Tað er felagið S&K, sum nú hevur sagt sáttmálan upp. Sáttmálin gongur til 31. apríl, men hann skal sigast upp í januar mánaða. Og tað bleiv hann í góðari tí, tí longu týsdagin varð brævið sent við uppsøgnini av sáttmálanun hjá S&K.
Men hetta verður neyvan tann einasti sáttmálin, sum verður uppsagdur.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, ivast ikki í, at sáttmálin ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðgevarafelagið um tey tímaløntu, verður eisini uppsagdur. Hann skal verða uppsagdur áðrenn 1. mars.
Annars er Ingeborg Vinther ikki samd í tí, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag bar fram í vikuni um samráðingarnar.
Fyrr í vikuni boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum frá eini semju, sum skuldi vera ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag um samráðingarnar, sum skulu vera í vár.
? Vit hava ikki skrivað undir nakra sum helst semju um, hvussu mannagongdin skal vera í sambandi við samráðingarnar, sigur Ingeborg Vinther.
Tað er serliga ein partur partur av hesi sokallaðu semjuni, sum Ingeborg Vinther ikki vil kenna til. Tað er brotið um, at partarnir skulu vera samdir um at byrja samráðingarnar tann 13. mars.
? Hatta kenni eg onki til, sigur Ingeborg Vinther. Og tað er púra greitt, at vit fara ikki at samráðast einsamøll, uttan at hini feløgini eisini fara til samráðingar. Vit fara ikki til samráðingar í mars mánaða, um hini feløgini í Klaksvík og og Havn ikki fara til samráðingar fyrrenn í apríl mánaða.
Hon ásannar tó, at Føroya Arbeiðarafelag er samt við arbeiðsgevararnar í, at tað er rætt at leggja krøvini fram í góðari tíð og at byrja samráðingarnar í góðari tíð.
? Vit hava eisini sagt, at vit eru til reiðar at koma til samráðingar í mars mánaða, men so skulu feløgini í Havn og í Klaksvík gera tað sama, sigur Ingeborg Vinther. Men vit hava ikki skrivað undir nakað sum helst, leggur hon dent á.










