Fyrsti russiski formel 1 bilurin

Í dag var nýggi formel 1 rasarabilurin hjá MF1 avdúkaður, MF1 er fyrsta russiska liðið nakrantíð í formel 1. Tó verður tað uttan ein russa handan róðrið, at russiska liðið fer undir sína roynd at vinna heimsmeistaraheitið í heimsins bestu kappkoyring.


Tiago Monteiro úr Portugal og niðurlendingurin Christijan Albers skulu koyra fyri liðið. Ein russi er tó millum royndarkoyrarnar hjá liðnum. Talan er um Roman Rusinov, ið skal býta royndararbeiðið við týskararnar Markus Winkelhock og Adrian Sutil.
 
Bilurin hjá liðnum hevur fingið navnið M16. Hetta er ein heilt nýggjur bilur, ið sniðgevararnir hjá liðnum hava skapt í samstarvi við Dallara í Italia. Russiska Midland Group keypti í fjør Jordan liðið frá Eddie Jordan, og koyrdi fyrsta árið við Jordan bilinum, hetta gekk heilt illa, tí er tað ikki løgið, at liðið er byrja av nýggjum við sniðgevingini, heldur enn at byggja víðari á gamla bilin.