Fyrsti ringmerkti sæðingurin í Føroyum

Fyri fyrstu ferð er fuglur, ið nevnist sæðingur, ringmerktur í Føroyum.

Tann 10. mars bleiv ein sæðingur fangaður við Hoyvíkstjørn. Hann bleiv ringmerktur, mátaður, kannaður fyri lús og síðani sleptur aftur. Hetta er fyrsti sæðingurin, ið er ringmerktur í Føroyum

Christian Michael Mortensen avmyndaði ein sæðing við Hoyvíkstjørn seinast í februar, og tað var níggjunda skráseting í Føroyum. Sæðingur (Larus delawarensis) er ein norðuramerikanskur másafuglur, ið minnir mest um ein skatumása.

Eingin sæðingur er nakrantíð ringmerktur í Føroyum, og tí varð avgjørt at fanga og ringmerkja henda sjáldsama fugl. Ringmerkingar aðrastaðni hava víst, at ein sæðingur, ið hevur verið í vetrarvist í Evropa kann venda aftur ár um ár.

Tað eydnaðist at fanga sæðingin, og Jens-Kjeld Jensen vildi tí eisini kanna hann fyri lús. Tað var ikki heilt eiðasørt. Hann hevði høvuðlúsina Saemundssonia lari og kropslúsina Austromenopon transversum. Eisini hevði hann amerikanska undirslagið av lúsini Quadraceps punctatus, nevniliga sublingulatus. Væntandi er hetta ein tann fyrsta skráseting av hesum undirslagið í Evropa.

Støddin á veingjunum bendir á, at hetta er ein steggi. Hann vigaði 480 gramm, og tað er í lægra endanum.