Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tóktist vera ein djørv avgerð, sum Neista-venjarin, Claus Rasmussen tók, tá gott korter var farið av dystinum móti H71 sunnudagin. Talvan vísti tá 7-13, og tað var millum lítið og einki, sum bendi á, at Neistin skuldi vera ávegis einum tiltrongdum sigri í Atlantic Airways-kappingini.
Djarvar skiftingar
Tað var eyðsæð, at fleiri av spælarunum hjá Neistanum ikki leveraðu tað, sum venjarin ynskti, og túi vóru skiftingar kanska væntandi. Men tað var neyvan væntandi, at skiftingarnar skuldu verða somikið stórar.
Blagoej Buha, Áki Mørk og Jacob Larsen munnu allir teljast millum týdningarmestu spælararnir hjá Neistanum, men teir vórðu allir tríggir koyrdir á beinkin, og tað var bara Áki, sum yvir høvur slapp í dyst aftur.
Framúr málverjaspæl
Og so byrjaði dysturin spakuliga at venda. Serstakliga var Ári Dam í fokus, tá hann við stórspæli pilkaði eina rúgvu av skotroyndum frá H71 niður. Nakað sum eisini var neyðugt, tí verjuspælið hjá teimum bláu var sjáldan tað heilt stóra at rópra hurra fyri.
Og stórspælið hjá Ára bara helt fram eftir steðgin. Fyrsta korterið av seinna hálvleieki skoraði H71 bara tvær ferðir, og so var tað brádliga Neistin, sum var á odda.
Teir tótkust nú eisini móti tryggum sigri, men seinastu løtuna koppaði aftur. Hoyvíkingar fingu brádliga aftur glið á, og teir vunnu seg eisini upp á javnt.
Men Neistin átti tó seinasta orðið. Í seinasta álopinum fingu teir fríkast. Tvey sekund vóru eftir, og hetta var nóg mikið Roar Dalsgarð. Hóast hoyvíkingar settu múr upp, so leyp hesin ikki eins høgt og Roar, og tá Levi Nybo heldur ikki megnaði at taka skotið, fór Neistin avstað við sigrinum.
Møguleiki fyri finaluni
At fagnaðurin var stórur á teimum bláu, var ikki løgið. Ikki síðani 29. november hevur liðið vunnið í landskappingini, og tað hevur havt við sær, at liðið er dragnað nakað nógv í oddastríðnum.
Men trý stig í teimum báðum seinastu dystunum saman við vánaligu gongdini hjá StÍF hava nú havt við sær, at liðið veruliga er um fáa fatur aftur. Á talvuni eru nú bara tvey stig upp til ein finalusess, og tó at spælið enn kann betrast heilt nógv, so fær hetta illa verið annað enn hugaligt hjá liðnum.
Hoyvíkingar eru hinvegin einasta liðið, sum mest sum einki hevur at spæla fyri longur. Dysturin móti Neistanum var helst seinasta útkall í so máta, men við fimm stigum upp til næst ovasta sessin er er helst púrasta vónleyst at ímynda sær teir sum veruligar avbjóðarar. Og spælið hesa ferð borgaði sum so heldur ikki fyri eini slíkari støðu.
Fakta um dystin
Neistin-H71 27-26 (14-17)
Málskjúttar
Neistin: Roar Dalsgarð 5, Tróndur Kragesteen 5(1), Dann Thorleifsson 4, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha 2(1), Carl Herup Olsen 2, Áki Mørk 2, Jóhan Brekkstein 2, Helgi Michelsen 1, Karl Oddmar Rasmussen 1
H71: Niels Viggo Niclasen 7, Esbern Patursson 5(1), Tróndur Vatnhamar 5, Poul Kjartan Dam 4, Bjarni Sørensen 4, Janus Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 2
Útvísingar: Neistin 2, H71 3
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum