Fyrsti nýbygningur í sjeyti ár

Rættuliga nógv fólk vóru savnað á keiini í Norðdepli, tá nýggi Gáshøvdi hjá p/f Kneysur á Viðareiði fyri fyrstu ferð kom til landið seinnapartin sunnudagin. Seinast eitt spildurnýtt skip heimahoyrandi á Viðareiði kom til landið var einaferð í 1930-unum

Norðdepil:
Rættuligur hátíðardámur var í bygdini, nú ein nýbygningur skrásettur á Viðareiði kom heim. Talan er um trolbátin Gáshøvdi, og menn siga, at hetta er fyrstu ferð í eini sjeyti ár, at eitt nýtt skip kemur, sum er skrásett á Viðareiði. Tað var ein løta at bíða, inntil nýggi trolbáturin sást koma inneftir firðinum, men tað gjørdi ikki nógv, tí veðurgudarnir vóru við sundafólki og viðoyingum henda dagin. Sólin skein, og tað rørdist ikki ein ond.
Nógvir smábátar fóru út eftir firðinum at taka ímóti, og somuleiðis vóru tveir kappróðrarbátar frá Nordepils- og Hvannasunds Róðrarfelag og tóku ímóti. Tað spildurnýggja seksmannafarið, Sundabáturin og gamla fimm-mannafarið Ritan. Fløgg sóust allastaðni í bygdunum báðum, og nógv børn gingu eisini og runnu á keiini við fløggum í hondini.
Tá Gáshøvdi hevði lagt at, heilsaði Absalon í Buð skipinum og tess eigarum og ynskti teimum alt tað besta í framtíðini. Hann rópti eitt trýfalt longi livi eisini. Síðani takkaði Kári Kallsberg, stjóri í p/f Kneysur fyri móttøkuna. Hann var sera ovfarin av stórfingnu móttøkuni, sum skipið fekk. Klaksvíkar Hornorkestur var eisini komið til Norðdepils, og tey spældu nøkur løg. Tá tollvaldið hevði verið umborð og avgreitt síni viðurskifti, varð boðið umborð at hyggja at skipinum.
Eftir móttøkuna á keiini, varð hildið fram á hotel Norð á Viðareiði, har fólk fingu ein góðan bita at eta. Sum skilst vóru eisini heilt nógv fólk á Viðareiði.

Góðar vónir
Nýggi Gáshøvdi er komin í flotan fyri gamla Gáshøvda, og hesin hevur so fingið somu loyvini, sum tann gamli hevði.
Kári Kallsberg sigur, at vónirnar hjá teimum eru sera góðar, nú nýtt skip er komið.
? Annars vóru vit ikki farnir í holt við hetta, sigur hann, tá Sosialurn fær hendur á honum um telefonina seint sunnukvøldið.
Hann greiðir frá, at umstøðurnar fyri manningina eru sera góðar umborð. Manningin fer at telja fýra ella fimm mans.
Nýggi Gáshøvdi er bygdur á skipasmiðju á Hafnafirði í Íslandi. Hann er 21,95 m langur, 6.5 m breiður og 3,3 m høgur. Hann er merktur 140 BT.
Tað eru brøðurnir Kári og Hans Jákup Kallsberg, sum saman við Gunnari Kallsberg eiga bátin. Og hann fer væntandi sín fyrsta túr týskvøldið.