Fyri fyrstu ferð hevur ein muslimur vunnið sær sæti í amerikonsku Kongressini. Tað hendi í gjár, tá teir demokratisku veljararnir í statinum Minneapolis valdu tann 43 ára gamla sakføraran Keith Ellison í Umboðsmannatingið. Keith Ellison tók við muslimskari trúgv sum 19 ára gamal, og hann er heitur talsmaður fyri, at USA skal taka sínar hermenn úr Irak sum skjótast.