Fyrsti mini-MPV frá Renault

Mondus, sum kemur á marknaðin síðst í hesum árinum, verður tann fyrsti MPV í miniklassanum frá Renault. Bilurin er faktiskt ein Renault Scénic í eini minni útgávu. Í mun til støddina ein rúmligur og praktiskur bilur

Renault Mondus er tann fyrsti franski bilurin, sum verður gjørdur í samstarvinum millum Nissan og Renault, Nissan Micra var tann fyrsti.

Mondus verður ein bilur í sama klassa sum t.d. Toyota Yaris, Fiat Idea og Opel Meriva.

Bilurin er rúmligur og praktiskt innrættaður. At aksilfrástøðan er stór í mun til støddina á bilinum, gevur gott beinpláss í kabinuni. Eisini er høgt til loftið og útsýnið hjá bilføraranum gott. Baksetrið kann flytast 17 cm aftur og fram, soleiðis at til ber at velja, um ein vil hava gott pláss við baksetrið ella stórt viðførisrúm, sum kann broytast frá 200 til 275 litrar, alt eftir hvussu baksetrið er stillað. Í baklúkuni er ein onnur minni lúka, sum kann latast upp á sama hátt sum á gamla Morris/Austin Mini.

Mondus fæst við trimum bensinmotorum við ávikavist 75, 95 og 110 hk. Dieselmotorarnir eru tveir við ávikavist 65 og 80 hk.
Bilurin verður 379 cm langur, 170 cm breiður og 159 cm høgur.

Renault vænta, at Mondus verður ein av mest seldu bilum í Evropa. Verksmiðjan í Spania kann framleiða 300.000 bilar árliga.

Bilurin kemur væntandi á føroyska og danska marknaðin í oktober. Prísin vita við einki um.

Kelda: FDM Motor