Eins og í øllum hinum róðrunum í ár, so var talan um knúsandi tryggan sigur til jarnkvinnurnar í bláa Jarnbardi.
Hesa ferð var kappingin við Kollfirðingin og Lóm, men bátslongdirnar millum bátarnar vóru heilt nógvar.
Í samlaðu FM-kappingin er støðan nú tann, at Jarnbardur hevur 42 stig. Kollfirðingur, sum gjørdist nummar tvey í dag, hevur 29 stig.