Fyrsti Mazda bilurin fór til Klaksvíkar

Mikudagin 6. oktober seldi Bilasølan v. Øssur Johannesen í Hoyvík fyrsta Mazda bilin eftir at teir 1. juli 2004 alment yvirtóku Mazda umboðið í Føroyum. Bilin keypti Eyðun Højbro í Klaksvík

Fyrsti Mazda bilurin, sum Bilasølan v. Øssur Johannesen seldi, var ein Mazda3 Sport sedan, sum klaksvíkingurin Eyðun Højbro keypti.

Stjórin á Bilasøluni, Øssur Johannesen, sigur, at nú er alt fingið upp á pláss við Mazda umboðnum, og fleiri bilar eru á veg.

Fyritøkan væntar sær nógv av Mazda bilunum, sum hava verið seldir í Føroyum síðan 1967 og er eitt tað mest selda bilmerki í landinum.

Mazda verða seldir sum eitt sjálvstøðugt bilmerki, og nýggj framsýningarhølir skulu byggjast millum Bilasøluna og bygningin hjá Føroya Tele.

Bilasølan v. Øssur Johannesen varð stovnað í oktober 1993 og selur fyritøkan eisini bilmerkini Audi, VW og Seat.