Fyrsti matfestivalurin av bakkastokki í dag

Í dýrdarveðrinum í morgun varð farið undir fyrireikingarnar til Tórshavnar Matfestival, ið verður í dag. Í hesum tíðum, tá alt skal hava sín egna festival, hevur maturin eisini fingið sín. Klokkan 14 í dag setir Óluvá Skaale Tórshavnar Matfestival í Vágsbotni í Havn.

Eftir setanina synkur Tórshavnar Manskór.

Vágsbotnur og høvuðsstaðurin sum so verður karmur um innan- og uttandura tiltøk á Tórshavnar Matsfestivali. Torshavn.fo skrivar, at Mortan í Hamrabyrgi, ið samskipar Tórshavnar Matfestival, tekur støði í bókini Matur og Matgerð, sum Óluva Skaale og Marius Johannesen skrivaðu í 1974. Í bókini søgdu tey:

Matur og matgerð hava til allar tíðir verið týðandi tættir í fólks mentan, hvar á jørðini tey hava búleikað, tí matvánirnar og matgerðin hava lagað seg eftir umstøðunum, sum fólkini hava ivað undir. Tað er sjálvandi fyrst og fremst, hvat ið fólkini hava havt at gjørt burtur úr, sum hevur verið avgerandi, men eisini veður og vind ger seg galdandi, og tað veldst eisini, um tey búgva norðuri í kuldanum ella suðuri í varmanum, um tey búgva fram við sjóvarstrond ella inni mitt á meginlandinum. Tað veldst um so mangt.

Føroyingar hava helst havt sína matmentan við sær, haðani teir komu, tá teir nomu land her; men sum frá hevur liðið, og teir eru vorðnir børn av nýggja landinum meira enn av heimlandinum, sum teir rýmdu frá, so man matmentanin eisini hava broytt seg til at vera tað, sum hon var so nøkulunda upp til okkara dagar...

Mortan í Hamrabyrgi umrøður bókina sum varðan innan føroyskar kókibøkur. 

- Nú 35 ár seinni verður roynt at spenna í við bókini hjá Óluvu og Mariussi og gera nýtt lop at dagføra tilfeingið, vit eiga millum fjalls og fjøru í Føroyum, sigur Mortan og nevnir grón, fisk, skeljadjór, hval, fugl, seyð, haru, neyt, mjólkaúrdráttir, egg, epli, røtur, urtir, soppar, ber, tari, øl osfr. 

Í dag fara so fara eldsálir, kokkar og kókikonur, glaðir amatørar, urtakønir, taraserfrøðingar, skeljadjórskavarar, bóndir, slaktarar, bakarar, bryggjarar, meiaristar, kostráðgevar, granskarar, matstovur og matvøruvinnufólk fara í felags fagnað at sameina gamalt og nýtt, forkunnugt og vanligt, og gera eina roynd at staðfesta, hvussu vítt er til veggja í føroyskari matmentan. 

Seinnapartin verður høvi at vitja framsýningarbásar, og í kvøld fara tríggjar matstovur í Havn, Gourmét, Hafnia og Hvonn, at borðreiða við fyrstafloks mati burtur úr føroyskum rávørum.