Sámal er 25 ára gamal og úr Vági. Eftir sum at hann hevði tikið FHS-skeið á Føroya Handilsskúla, tók úbúgvinigin 3 ár. Í hesum tíðarskeiði var hann 7 vikur á Mommark Handelskostskole, nærhendis Sønderborg í Danmark.
Útbúgvingin umfatar generella goymslustýring, har hann m.a. hevur lært hvussu ein goymsla verður uppbygd og um ymiskar goymslustýringar. Hann nevnir t.d. at Landssjúkrahúsið koyrir ikki við somu goymslustýring sum Ríkissjúkrahúsið. Meginparturin av veitarunum hjá Landssjúkrahúsinum eru í Danmark, og vanliga leveringstíðin er upp á 1-2 vikur, meðan Ríkissjúkrahúsið hevur meginpartin av sínum veitarum so tætt við, at teir kunnu hava eina minimala goymslu við einari leverinstíð upp á 1-2 dagar, meðan goymlsan á Landssjúkrahúsinum altíð má hava vøruna tøka.
Sámal sigur at hann eisini hevur lært um innkeyp og sølu. Útbúgvingin umfatar eisini tolling av vørum í samband við sølu uttanfyri Danmark. Sámal hevur fingið starv sum logistikatstøðingur á goymsluni á Landssjúkrahúsinum.










