Fyrsti lesturin á føroyskum

Árni Dahl las í dag upp fyrsta lesturin, sum lisini er á føroyskum í eini kirkju

 

 

Hetta hendi í dag kl. 15 til afturvendandi hugnaløtu í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.

 

Talan er um lestur, sum Jákup Dahl, seinni próstur, hevur skrivað í 1909 og sum stóð í Tingakrossi í 1909. Abbi Árna Dahl, Theodor Dahl las í Sandvíkar kirkju jólakvøld í 1911 henda lesturin. Abbin var deknur hetta kvøldið.

 

Tað stóðst nakað - fyri ikki at siga mikið rumbul um, at hann hevði vágað sær til at lisið Guðs orð á føroyskum og sigst, at stakkals deknurin skuldi hava fingið eina átalu frá Fríðriki Petersen, prósti.

 

Lesturin var ikki so langur, sum væntast kundi fyri ta tíð, hann er skrivaður. Men sjálvandi málsliga vakur og hevði í støðum sjónliga skaldarligan dám, har tann eina bønin var ein yrking eftir aldargomlum yrkingarsniði.

 

Onkur heldur, at Christian á Brekkumørk man hava fingið alsk til framúr málbúnað, lesturin hevur og at kalla beinleiðis fingið íblástur úr nevndu bøn til higani yrkingina, Hitt blinda liðið.

 

Árni greiddi eisini hugtakandi frá ætt síni úr Funningi og teimum harðbalnu korum, tey livdu undir um tað mundið, lesturin varð skrivaður og lisin. Eisini at hávin kring fyrsta lesturin á føroyskum í størsta mun skal síggjast í mun til tað málstríð, sum var byrjandi tá og fyri tað.

 

Ein sera áhugaverdur fyrilestur, sum nógv fólk høvdu leitað sær í kirkjukjallaran at lurta eftir. Og so sjálvandi eitt gott prát afturvið einum góðum kaffimunni aftaná.

 

Myndir frá lestrinum síggjast HER