Hondbóltur
Fram til sunnudagin høvdu hvørki menn ella kvinnur hjá Kyndli vunnið ein tann einasta landskappingardyst.
Í seinastu royndini undan høgtíðini syrgdu grønu menninir tó fyri, at sigurin ikki gjørdist jólatrøll, tá teir á heimavølli bastu KÍF.
Talan var um botndyst millum tey bæði niðastu liðini í deildini, og fyri tað nógva var talan eisini um ein rættiliga javnan av slagnum.
Kyndil hevði tó støðugt mnin í dystinum, men ferð eftir ferð megnaðu gestirnir at vinna seg aftur upp á javnt. Men seinastu løtuna skrædnaði tó av álvara. KÍF fekk eina útvísing, og tá Kyndil so skoraði fimm mál á rað, kundi KÍF ikki svara aftur.
Fakta um dystin
Kyndil-KÍF 34-30 (15-12)
10 min: 6-3
20 min: 8-9
40 min: 20-18
50 min: 25-24
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 11(6), Bárður Johannesen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(2), Tummas Pauli Hanusarson 4, Jónleif Sólsker 3, Janus Einar Sørensen 3, Andreas Sólsker 2
KÍF: Arnbjørn T. Hansen 9, Andrias Nielsen 6, Damir Oros 6, Rógvi Weihe 3, Niclas Reginsson 2, Ási Dam 2, Toney Weihe 1, Jákup Trygvason 1
Brotskøst: Kyndil 9, KÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 5
Diskvalifikatión: KÍF 1 (beinleiðis reytt til beinkin)










