Fyrsti »køli-steðgur« við HM

Hitin var so ógvusligur í dystinum millum Holland og Meksiko, at neyðugt var við køli-steðgi.

Hitin var so ógvusligur í dystinum millum Holland og Meksiko, at neyðugt var við køli-steðgi.

 

Steðgurin fór fram í báðum hálvleikum, tá Pedro Proenca hevði ein tríggjar minuttir time-out, meðan hitin inni í stadion var 32°.

 

Bæði liðini forsýndu seg við vætu, meðan venjararnir nýttu tíðina at geva góð ráð.

 

Hitin noyddi áskoðararnar at søkja inn undir tribununa.

 

FIFA segði í einari fráboðan: Støðan verður tikin upp, um hitin fer upp um 32°, og tá vil læknaliga deildin viðmæla køli-steðg.