Dagurin í gjár verður skrivaður inn í kinesisku søguna og altjóða rúmdarsøguna. Tá varð tann 38 ára gamli kinesiski heryvirmaðurin Yang Liwei skotin út í rúmdina. Farið, Shenzhou, fleyg 14 ferðir runt um Jørðina og lendi 21 tímar, eftir at tað varð sent avstað.
Frammanundan hava kinesarar skotið fýra ómannað rúmdarfør út, men longu í 1996 fóru teir undir at fyrireika seg til mannaðar rúmdarferðir. Síaðni hava fjúrtan kinesarar verið á venjingarlegu í russisku venjingarstøðini Star City beint uttan fyri Moskva, og nú hann fyrsta ferðin skuldi gerast, høvdu tríggir teirra lokið ta neyðugu útbúgvingina. Kinesiska rúmdarfarið hevur pláss fyri trimum rúmdarmonnum, men hesaferð var bara ein umborð.










