Er tað nakað sum kappróðrarfólkið hevur sæð fram til, man tað vera fyrsti FM-róðurin í ár. Kl. 15 leygardagin verður lagt til brots við øllum teimum mongu og spentu róðrarmanningunum, sum nú sleppa at vísa hvørjari venjing tær eru í. Sum skilst er talið av tilmeldaðum bátum til róðrarnar í summar sera høgt, og lítið man vera at ivast í, at bátarnir fara at leggja nógv fyri at vinna sær týðandi stig í kappingini at gerast FM-vinnarar í summar. Eftir at kappróðurin er liðugur fer Jógvan Skorðheim, varaborgarstjóri at handa steyp til vinnandi bátarnar. Hetta verður gjørt í Klaksvíksgarðinum.