Fyrsti kampingvognur í Hesti

Seinastu tveir dagarnar hevur Hestur havt vitjan av fólki í kampingvogni.

Tað sá eitt sindur serstakt út í dag, tá Teistin á túrinum av Gomlurætt klokkan 17.15 legði til bryggju í Hesti. 

 

Á bryggjuni stóð bilur og kampingvognur klárur at bakka umborð og eldri hestmaður, sum var á bryggjuni hesa løtu, segði, at hetta er fyrsti kampingvognur, sum nakrantíð hevur verið í Hesti.

 

Vit skulu ikki leggja høvdið á blokkin fyri, at hetta nú er heilt rætt, men tað er í øllum førum meira sjáldsamt, at Hestur hevur vitjan av kampistum.

 

Sum skilst er tað ein familja, sum seinastu tveir dagarnar hevur vitjað í Hesti við kampingvogni, og tey hava rættiliga hugnað sær.

 

- Kom og tak eina mynd, tí hetta er fyrsti kampingvognur, sum nakrantíð hevur verið í Hesti, segði maðurin, sum eigur vognin.

 

Bilur og kampingvognur koyrdu umborð á Teistan í Hesti. Síðan var neyðugt at fara til Skopunar at venda og haðani yvir um aftur á Gomlurætt.

 

- Vit hava nýliga keypt henda vognin, og vit hava longu nú havt stóra gleði av honum í summar, segði eigarin við in.fo.