Fótbóltur
Lítið er at ivast í, at HB, sum spakuliga tykist hava fótað sær við nýggja liðnum, var favorittur, tá tær á heimavølli tóku ímóti Skála. Ikki minst eftir sannførandi sigurin hjá havnarliðnum, tá tær spældu á Skála herfyri.
Hesa ferð megnaði Skála tó at geva HB munandni meira mótstøðu, og í evstu løtu fingu tær eisini løn fyri stríðið, tá tær fingu bjargað øðrum stiginum heim aftur við sær.
Báðar vegir
Yvir høvur var tað soleiðis, at dysturin mikukvøldið gekk báðar vegir. HB var tó liðið, sum kom betri frá byrjan, tá Gunn Müller eftir málverjamistak fekk lagt HB á odda. Lítla løtu seinni seinni kundi Malan á Dunga økja um leiðsluna, tá hon og Vivian Unadóttir høvdu tagað Skála-verjuna sundur, og so kundi ein hildið, at hetta fór at líkjast eini endurtøku av trygga sigrinum inni á Skála.
Soleiðis gjørdist tó ikki. Skála gav ongan tíð skarvin yvir, og áðrenn farið varð til hálvleiks, høvdu tær togað seg upp á javnt við tveimum málum frá Elin Jacobsen.
Fyrst var hon ivaleyst, tá hon gjørdist einsamøll við málverjanum, og beint fyri hálvleik kundi hon rulla bóltin í tómt mál, eftir at Poula D. Olsen hevði rikið framvið málverjanum, og rulla flatt tvørtur um.
Í seinna hálvleiki lá tað leingi til, at tað hóast alt skuldi gerast HB, sum fekk stigini. Vivian Unadóttir gjørdi skjótt av, og eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki hevði hon aftur lagt HB á odda, og fram til allar seinastu sekundini tóktist hetta gerast støðan.
Skála vildi tað tó øðrvísi, og í seinastu sekundunum varð javnleikurin veruleiki. Eitt høgt innlegg varð sent innfyri HB-málið. Bólturin tók í stólpan, og har var Anna Berg Danielsen fyrst á.
Hóast vónbrotið við javnleikinum, so er HB framvegis á triðja plássinum í landskappingini, men kappingin her er nú harðnað munandi. Ikki minst eftir sigurin hjá B68 á B36.
HB-Skála 3-3 (2-2):
1-0: Gunn Müller
2-0: Malan á Dunga
2-1: Elin Jacobsen
2-2: Elin Jacobsen
3-2: Vivian Unadóttir
3-3: Anna Berg Danielsen










