Fyrsti isenkramhandil og fyrsta sigarettautomat

Hesaferð hava vit søguna um handilin "Sam Olsen´s Eftf." í Havn, ið varð stovnaður í 1897 úti á Reyni og flutti seinni í N. Finsensgøtu. Handilin var fyrsti isenkramhandil í Havn og hevði fyrstu sigarettautomatina í Føroyum

Í 1897 byrjaði Sam Olsen (Samuel Jacob Olsen) isenkramhandil í "Portugálinum" úti á Reyni.

Í 1917 flutti handilin í nýbygdu húsini í Niels Finsensgøtu við handli og íbúð.

Frá 1897 til 1921, tá Sam Olsen doyr, eitur handilin "Sam Olsen". Eftir tað yvirtekur kona hansara, Anna Frederikka Olsen (Anna Sam), handilin, og fær hann tá navnið "Sam Olsen´s enke".

Í 1938 verður navnið á handlinum enn einaferð broytt til "Sam Olsen´s eftf. v. Onnu F. Lambaa".

Í 1950 tók sonurin, Jóhs. Sophus Olsen (Hanneba hjá Sam), yvir. Handilin "Sam Olsen´s eftf." helt uppat í 1979.

Miðskeiðis í 90-unum brendu húsini í N. Finsensgøtu í grund. Í dag er m.a. Radiohandilin v. E. & P. Persson í nýggjum húsum á sama stað.

Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at handilin var fyrsti isenkramhandil í Havn, og í 1920-unum fær handilin fyrstu sigarettautomatina í Føroyum. Automatin er til enn í dag.

Ovara myndin, ið er tikin í 20-unum, vísir handilin eftir at hann í 1917 flutti í Niels Finsensgøtu. Ein maður stendur við sigarettautomatina á horninum. Uttast til høgru síggjast húsini, har Petur Alberg stovnaði handilin "Barna-Búna-Búðin" í 1922. Eisini hevði Andrew Nielsen barberstovu har í mong ár.

Niðara myndin vísir handilin úti í Portugálinum .

Innsettu myndirnar eru av eigarunum av handlinum, f.v.: Sam Olsen (Samuel Jacob Olsen) (1861-1921) ættaður úr Søldarfirði, Anna Frederikka Olsen (Anna Sam) (1882-1962) og Jóhs. Sophus Olsen (Hanneba hjá Sam) (1900-1989)

Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband hesar myndirnar, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168.