Fyrsti heimasigur til AGF

Uppflytararnir í AGF vunnu í gjár fyri fyrstu ferð á heimavølli í superliguni. Toppliðið FC Midtjylland var á vitjan, og AGF vann dystin 2-0

Peter Graulund legði AGF á odda við einum stútara, og so royndi FCM at trýsta. Tað endaði tó við, at FCM gjørdi sjálvmál seint í dystinum, og harvið tryggjaði AGF sær øll trý stigini – og tey komu væl við í botnstríðnum.