Fyrsti heimasigur í 357 dagar

Fyri fyrstu ferð í nærum eitt ár eydnaðist tað GÍ at vinna í Sarpugerði. Mótstøðuliðið var HB, og hesir vóru settir uppá pláss av nøkrum ógvuliga sterkum og uppsettum gøtumonnum

GÍ 4 bóltar

HB 2 bóltar


Tað var í tíggjunda leikumfari í fjør, at GÍ vann í Sarpugerði seinast. Dagurin var 28. mai, mótstøðuliðið var VB/Sumba og úrslitið var 2-0 til GÍ. Síðani hava dystirnir á heimavølli verið eina oyðimarkargongd av javnleikum og tapum. Í ár hevur verið heilt galið á heimavølli, har teir hava tapt allar fýra dystirnar.

Men eftir 357 dagar eydnaðist tað umsíðir aftur hjá GÍ at skjóta fleiri mál enn mótstøðuliðið. Tríggjar ferðir blaktraðu meskarnir handan Macin Dawid, meðan Geza Turi tvær ferðir noyddist at taka bóltin úr sínum máli. Men í Gøtu fegnast tey um, at tey eiga pappírini upp á ungarska málverjan. Eftir teirra tykki er eingi ivi um, at hann er besti málverjin í Føroyum, og í gjár gav hann eisini fleiri dømir um, hví tey eru av hesi fatan. Millum annað bjargaði hann brotssparkinum frá Rógva Jacobsen.

Gøtumenn høvdu gjørt heimaarbeiði, lisið og upp á og vóru fyrireikaðir til uppgávuna, og tað sást. Teir vóru uppsettir, teir vildu vinna og tað gekk útyvir HB, sum annars veruliga hevur bitið frá sær teir báðar seinastu dystirnar.



GÍ góða byrjan

Tá hálvur tími var spældur, høvdu gøtumenn skorað tvær ferðir. Yvirhøvur ikki tað, sum HB hevði ætlað, men frálíkt útgangsstøði hjá GÍ til seinasta tíman av dystinum.

Tað vóru teir báðir Sverri Jacobsen og Poul Ennigarð, sum høvdu syrgt fyri leiðsluni, tá teir innanfyri tíggju minuttir høvdu skorað hvør sítt mál. Hálvleiksstøðan gjørdist eisini 2-0, men at siga, at Sverri Jacobsen og Poul Ennigarð vóru menninir aftanfyri hesa, er bara hálvur sannleikin. Geza Turi í málinum hjá GÍ hevði fleiri frálíkar bjargingar, og syrgdi hann fyri, at HB-ararnir fóru málleysir til hálvleiks.

Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað tó hjá HB at fáa bóltin í netið. Christian Høgni Jacobsen minkaði um munin bara tveir minuttir eftir steðgin. Gøtumenn fullu tó ikki í fátt av hesum, men brutu upp ermar og arbeiddu hart og væl víðari. Teir stóðu væl á vøllinum og tóktust ivaleysir í sínum avgerðum. GÍ hevði eisini takið á miðvøllinum, og tað kom týðuliga til sjóndar, tá HB royndi at byggja álop upp.

Sum oftast varð miðvøllurin lopin um, og tí bleiv tað til langar bóltar frá Rasmus Nolsøe niðan álopið. Hetta var bara ikki rætta vápnið móti Atla Gregersen og Niclas Niclasen.

GÍ gjørdi tað eitt sindur øðrvísi, tá teir fóru í álop. Álopini vóru tó ikki so nógv í tali, men tað var effektivt, tá Áslakkur Petersen og Tomasz Saidac spældu ígjøgnum verjuna. Tomasz legði bóltin móti handaru stong, har Pól Jóhannus Justinussen var komin framvið, og við einum frálíkum stútara skoraði hann triðja dystin á rað.

Hetta málið avgjørdi í roynd og veru dystin, hóast tað enn var meiri enn hálvur tími eftir at spæla.


Útvísing og brent brotsspark

GÍ hevði nú fullkomiliga tamarhald á støðuni, meðan einki riggaði hjá HB. Staðfesting av hesum kom, tá HB fyrst fekk mann vístan av vøllinum og løtu seinni brendi brotsspark.

Tað var Milan Kuljic, sum sló ein GÍ-ara og varð vístur av vøllinum. Og tað var Christian Høgni Jacobsen, sum ikki kláraði at standa á beininum, tá hann rann um kapp við ein verjuleikara og fekk brotsspark, sum Rógvi Jacobsen tók sær av og Geza Turi bjargaði.

Í tíðini, sum var løgd aftrat, eydnaðist tað Hans á Lag at beina eitt hornasparksinnlegg frá Tór-Ingar Akselsen í netið, soleiðis at dysturin endaði 3-2 til GÍ.

Fyrsti sigurin á heimavølli í næstan eitt ár hjá GÍ. Teir hava nú yvirhálað bæði B71 og Skála og liggja fýra stig aftanfyri dagsins mótstøðulið, HB. HB, sum annars bara hevur tapt tríggjar ferðir í ár, liggur nú fýra stig frá heiðursmerkjaplássum.

Næsta uppgávan hjá GÍ verður móti oddaliðnum og EB/Streymi. Í hesum sambandi er vert at hefta seg við útivallarúrslitini hjá GÍ, sum hava givið teimum tilsamans 11 stig, sum bara B36 og EB/Streymur hava megnað betur. Tey bæði liðini hava vunnið sær 12 stig á útivølli í ár.