Fótbóltur
Triðju ferð innan heilt fáar vikur skuldu vágbingar til Havnar, tá teir hesaferð skuldu leika landskappingardyst móti HB.
Tá liðini hittust í steypakappignini herfyri, gjørdist talan um lemjandi stórtap hjá VB, og hóast málini ikki vóru so nógv, so var tað fyri steðgin lítið, sum bendi á, at VB skuldi gera nakrar serliga skreytir í dystinum sunnudagin.
HB sat snøgt sagt á tí mesta í fyrra hálvleiki, og teir fingu fleiri góðar møguleikar, men tað eydnaðist bert at skora ta einu ferðina, tá Rógvi Jacobsen stútaði bóltin fyri føturnar á Heine Ferndandez, sum smekkaði til.
Hinvegin vóru vágbingarnir ikki heilt vandaleysir í kontra-atsóknunum, og nakrar ferðir mátti Pól N. Joensen veruliga spíla seg út.
VB trýsti
Eftir steðgin skifti dysturin fullkomuliga ham. Vágbingar løgdu bragdliga fyri, og eftir lítlari løtu høvdu teir fingið javnvág í.
Mindaugas slapp leysur í síðuni, og tá málverjin kom ímóti, rullaði hann flatt yvir til Dan Djurhuus, sum legði bóltin í málið. Heimaliðið royndi at mótmæla, tí teir hildu talan vera um rangstøðu, men dómarin lat tó ikki við seg koma, og so setti VB av álvara ferð á.
Útjavningin tóktist av álvara at geva HB ein hvøkk, og næstu longu løtuna vóru tað gestirnir, sum førdu orðið. Tað eydnaðist teimum eisini at spæla seg fram til nakrar heilt góðar møguleikar, men hvørki Mindaugas, Dan Djurhuus ella Birgir Jørgensen vóru nóg neyvir. HB slapp við skelkinum, og so líðandi komu teir eisini við aftur í dystin.
VB var tó framvegis ikki heilt vandaleyst, men tað var nú kanska HB, sum hevði leikligu yvirvágna.
Super-sub
Avgerðin fall tó ikki, fyrr enn einir 10 minuttir vóru eftir at leika. Hendrik Rubeksen, sum veruliga tykist gera um seg á HB-liðnum í ár, var júst innskiftur. Hann rak eitt sindur aftur og fram í síðuni, og tá hann so fann Rógva Jacobsen takkaði klaksvíkingurin fyri og stútaði forloysandi málið í kassan.
Hetta gav aftur HB meira róð í spælinum, men vágbingar royndu tó at trýsta. Talan gjørdist tó ikki aftur um teir heilt stóru møguleikarnar, og so er spurningurin, hvørt HB við hesum hevur sett kósina fram móti oddinum, har teir sjálvir halda seg vera sjálvsagdan part av stríðnum.
Komandi hósdag skal HB til Fuglafjarðar, har tað sjáldan er lætt at spæla, og megna teir eisini at fáa trý stig her, fer av álvara at síggja meira hugagott út hjá teimum. Teir mugu tó vera Martin Christensen fyri uttan til hesa uppgerðina, tí sterki danin fekk tvey gul ? og harvið reytt ? sunnudagin.
VB skal tá royna seg á útivølli móti EB/Streymi í tí, sum líkist einum veruligum botnslagi, áðrenn teir um vikuskiftið aftur skulu til Havnar. Tá eru tað hálvfinalurar í steypakappingini, sum standa á skránni, og so er spurningurin, hvørt vágbingarnir til ta tíð megna at betra um úrtøkuna. Hon var ikki nóg góð sunnudagin, og tað er fremsta orsøkin til, at VB framvegis bert hevur eitt stig eftir fyrstu trý umførini.