Fyrsti grønlendingurin fingið corona-virus

Hetta er ein skíðrennari, sum býr í Italia. Frammanundan sita tvær familjur í Nuuk í sjálvbodnum sóttarhaldi, tí tey hava verið á skíðferiu í Norðuritalia.

 

Fyrsti grønlendingurin er nú staðfestur smittaður við corona-virus. Tað er skíðrennarin, Nuunu Chemnitz Berthelsen, sum býr í Italia. Hon situr nú í sóttarhaldi á einum hotelkamari í Norðuritaliu.

Tað er grønlendska kringvarpið, sum ber hesi tíðindi í dag. Grønlendski skíðrennarin hevur seinastu trý árini búð í norðuritalska býnum, Brunico.

Grønlendska kringvarpið veit eisini at siga, at tað er ein kokkur á hotellinum, har Nuunu Chemntitz Berthelsen býr saman við fimm øðrum skíðrennarum, ið er upprunin til smittuna.

- Eg havi verið sjúk í eina viku, men eg helt ikki, at hetta var corona, tí eg hevði ikki tey sjúkueyðkenni, sum tey siga, at corona hevur, sigur Nuunu Chemnitz Berthelsen við grønlendska kringvarpið.

23 ára gamli skíðrennarin úr Nuuk ætlar sær ikki heim aftur til Grønlands, fyrr enn hon er vís í, at hon ikki kann bera smittuna við sær. 

Norðuritalia er eitt av teimum økjum, sum danska Heilsustýrið mælir frá at vitja. Tvær familjur í Nuuk, sum hava verið her í økinum, sita eisini í løtuni heima í Nuuk í sjálvbodnum sóttarhaldi. Familjurnar hava nevniliga verið á skíðferð í Norðuritalia.