Í hesum døgum verður HM í svimjing hildið í russiska býnum Kazan. Fýra føroyskir svimjarar luttaka í kappingini. Teir eru Pál Joensen, Alvi Hjelm, Astrið Foldarskarð og Lena Rannváardóttir.
Fyrsti føroyski svimjarin, ið fór í hylin, var Lena Rannváardóttir. Í morgun luttók hon í 1500 metrar frí hjá kvinnum. Tíðin hjá Lenu varð 18:21.09., ið er smá 12 sekund frá persónliga metinum, ið Lena setti í svimjikapping í Portugal herfyri. Tá svam Lena sína mettíð á teininum. Tíðin tá var 18:09.25.
Næsti føroyski svimjarin, ið skal royna seg í hylinum, er sterkasti svimjari okkara, Pál Joensen, sum svimur 800 metrar frí í morgin.