TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Torkil Veyhe, sum gjørdist søguligur við sínum gullmerki í einkultstarti í súkkling á oyggjaleikunum á Jersey í dag.
Talan er um fyrsta gullmerkið nakrantíð á oyggjaleikunum, sum føroysk súkkling hevur vunnið. - Hetta er fantastiskt, staðfestir Torkil Veyhe, sum setti sær sum mál, aftaná silvurmerkið hann vann á Bermuda í 2013, at hesaferð skuldi gullið heim, og tað eydnaðist so í dag.










