Fyrsti føroyingur í 2016

Birgir Berg í Skorini bleiv fyrsti føroyingur í 2016. Hann er 56 cm. langur og vigar 4160 gram.

Birgir Berg í Skorini er uppkallaður eftir ommu síni á Skála, Birgit.

Í samrøðu við in.fo gamlaárskvøld, segði borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, at hann kanska fór at gerast pápi hetta kvøldið.

Tá borgarstjórin segði hetta, rakti hann ikki langt við síðuna av, tí fyri løtu síðan legði hann mynd av tí lítla nýfødda, Birgiri Berg í Skorini, út á sína facebook-síðu.

- Birgir Berg í Skorini bleiv fyrsti føroyingur í 2016. Hann er 56 cm. langur og vigar 4160 gram.

Jógvan í Skorini letur heilsa og sigur, at mamma og drongur hava tað gott. Hann er uppkallaður eftir ommu síni á Skála, Birgit.

- Vit eru ótrúliga takksom, og Ella og Rasmus eru so stolt. Endiliga kom lítlibeiggin, skrivar Jógvan í Skorini á sínari facebook-síðu fyri løtu síðan.

In.fo kann leggja aftrat, at mamma til fyrsta fødda føroyingin í 2016 er Anna Berg Danielsen.