Fyrsti flokkur í Hoydølum

Mads Andrias Winther var rektari í Hoydølum árini 1993-2007. Hann er ein av teimum tilkomnu, sum ikki hava gingið alla sína næmingatíð í Hoydølum, men sum byrjaði í fyrsta studentaskúlaflokki í 1961 í teimum gomlu bygningunum á VBV.

Mads Andrias Winther var rektari í Hoydølum árini 1993-2007. Hann er ein av teimum tilkomnu, sum ikki hava gingið alla sína næmingatíð í Hoydølum, men sum byrjaði í fyrsta studentaskúlaflokki í 1961 í teimum gomlu bygningunum á VBV.

- Í dag er alt tað sprongt burtur, men tað lá niðri við bryggjuna, onkustaðni uppi í luftini omanfyri Skipshandilin, sigur hann. Umframt støddfrøðiliga flokkin, sum hann gekk í, var eisini ein málsligur flokkur.

- Eg var yngstur, og hinir næmingarnir vóru upp til 6 ár eldri. Eg minnist serliga, at vit høvdu ein ungan verkfrøðing, sum lærara í øllum trimum lærugreinunum støddfrøði, alis- og evnafrøði, og tað var ikki óstuttligt, tí hann var rættiliga fantasiríkur.


Bassur í kórinum

Árið eftir fluttu tey niðan í Hoydalar, í Gamal Hús, og her vóru umstøðurnar nógv betri, tí alt var samlað í einum. Í 1963 fór Mads A. Winther eitt ár til USA við AFS, og kom aftur í ein annan flokk, sum hann gjørdist studentur saman við í 1965.

- Mær dámdi serliga væl lærugreinina franskt, og tað kom helst av at vit høvdu ein so sera góðan og spennandi lærara. Hesi árini eg gekk á skúlanum byrjaði studentaskúlakórið, og eg var sjálvandi við, har eg sang bass. Vit vóru næstan líka nógv í kórinum tá sum tað eru nú, sjálvt um nógv færri næmingar vóru á skúlanum, greiðir hann frá.


Hugaligt at hittast

Tey vóru tilsamans 30 studentar tað árið, 19 støddfrøðingar og 11 málslingar, og eingi onnur í Føroyum fingu miðnámsprógv sama ár.

- Flestu okkara fingu hægri útbúgvingar aftaná, og hava sitið í størvum heima og uttanlands. Tað er altíð hugnaligt at hitta mínar gomlu floksfelagar enn í dag, sigur Mads A. Winther, sum fór frá sum rektari í ár.

Spurdur, um hann kundi hugsað sær at verið næmingur í Hoydølum í dag, sigur hann, at um hølisumstøðurnar vóru betur, so ja.

- Tað góða við at vera 18 er, at tá er lívið óendaligt.