Fyrsti flokkur fór til gravar

Tey flestu børnini, sum doyðu í jarðskjálvtanum í italsku bygdini San Giuliano di Puglia, vóru seks og sjey ára gomul.

Nú er eingin fyrsti flokkur í San Giuliano di Puglia.

Luca, Morena, Valentina, Michele, Paolo vóru seks ára gomul eins og fleiri av hinum børnunum. Tey elstu vóru sjey ár, og tey gingu øll í fyrsta flokki í skúlanum í bygdini.

Øll doyðu í jarðskjálvtanum seinasta hósdag. Tey vóru í skúlastovuni, tá jarðskjálvtin kom. Seks sekund seinni hevði skjálvtin javnað skúlan við jørðina.

Leygarmorgunin fóru tey til gravar. Millum teirra, sum fylgdu, var italski forsetin, Carlo Azeglio Ciampi, og jarðarferðin varð send beinleiðis í sjónvarpinum.

Sorg og øði
Líka síðani jarðskjálvtan hava fólk funnist at myndugleikunum á staðnum og teimum ovaru myndugleikunum, tí onkur má átaka sær skyldina av tí, sum hendi. Tí tað er greitt, at skúlin leyk als ikki tær byggireglur, sum eru galdandi fyri slíkar bygningar í einum jarðskjálvtaøki.

Ákæruvaldið er eisini farið at kanna, hví skúlin rapaði, meðan aðrir bygningar, sum stóðu tætt við skúlan, ongan skaða fingu.

-Tað er ikki rætt, at ein tílíkur bygningur rapar, og tí mugu vit finna tann ella teir, sum hava ábyrgdina, segði Andrea Catali, ákæri í Larino í gjár.