Í morgin, 2. juli, er syftunsøkudagur, og hetta var vanliga fyrsti fleygadagur eftir lunda á plássum, har lundaveiða var. Síðan varð lundi fleygaður til út í hálvan august - ella so leingi, sum kyrt var í sjónum.
Soleiðis var í Nólsoy, og soleiðis var eisini á øðrum plássum kring landið. Men, nú eru mong ár síðan, at lundin byrjaði at minka, og tað eru nógv ár síðan, at nakar serligur lundi varð fleygaður.
Í fleiri bygdum hava grannastevnur friðað lundan í nøkur fyri at betra um møguleikarnar hjá fuglinum at mennast aftur, tá tann tíðin vónandi kemur.
Kønir meta, at hóast náttúruumstøðurnar hjá lundanum betrast, fer tað kortini at taka nøkur ár, til hetta veruliga fer at síggjast aftur, tí so fáar lundapisur eru komnar undan í nógv ár.