Fyrsti finalisturin skal finnast

Seinna hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF verður leikt í kvøld

 

Hondbóltur


Eftir at menninir týskvøldið eftir evstamark okkara avgreiddu sínar hálvfinalur, fara kvinnurnar nú at gera av, hvørjir partarnir í finaludystinum í Coca-Cola kappingini skulu verða.

Fyrru hálvfinalurnar eru leiktar, og í kvøld verður tann fyrra av seinnu hálvfinalunum. Dysturin stendur millum Neistan og VÍF, sum kl. 19.45 fara á vøllin í Ítróttahøllini á Hálsi.

VÍF er uttan iva favorittur undan dystinum, men hóast eingin hevur staðið teimum kurl higartil í hesum kappingarárinum, so kann roknast við einum spennandi dysti í kvøld.

Neistin hevur sýnt stór framstig síðani jólasteðgin, og harafturat tykjast skaðar at gera nakað um seg hjá VÍF, so tær taka neyvan nakað fyri givið mikukvøldið.

Fyrri dysturin millum liðini var í Vestmanna fyri viku síðani, og vann VÍF ta ferðina 25-21.