Fyrsti fimm ára sátmálin undirskrivaður

Sáttmálin, sum er galdandi frá 2005 til 2010, gevur limunum í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar 11,6 prosent í lønarhækking. Fyri fyrstu ferð hevur landsstýrið gjørt ein fimm ára lønarsáttmála við eitt fakfelag. Sáttmálin við felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar varð undirskrivaður í gjárkvøldið.

Hann gevur sjúkrarøktarfrøðingunum 11,6 prosent í lønarhækking í árunum frá 2005 til 2010. Hækkingin í 2005 og 2006 er tann sama, sum onnur fakfeløg hava fingið, men so koma trý prosent omaná tann 1. oktober í ár, trý prosent afturat í 2008 og aftur trý prosent í 2009.

Hækkingin verður býtt millum løn og eftirløn.