AC Horsens spældi í gjár fyrsta venjingardystin, eftir at Jens Berthel Askou hevur tikið við sum venjari. Hallur Hansson var liðskipari og byrjaði inni á miðjuni í 2-2 javnleikinum móti Skive.
Fyrrverandi venjarin hjá HB valdi at skifta allar spælararnar út í hálvleikinum. Tá var 1-0 til AC Horsens. Tað endaði við javnleiki 2-2. Heimasíðan hjá AC Horsens skrivar, at fyrri hálvleikur var væl betri enn seinni hálvleikur fyri AC Horsens.
Hallur Hansson hevur longu prógvað fyri Jens Berthel Askou, at hann er væl fyri. Á sosialu miðlunum verður sagt frá fyrstu venjingini, at spælarar gjørdu nakrar rennitestir og at Hallur Hansson var stinnastur. Tað er ikki fyrstu ferð.
Komandi venjingardystirnir koma at vísa hvønn leiklut Hallur Hansson kemur at hava undir nýggja venjaranum.











