Fyrsti dysturin hjá Dagfinn

Dagfinn Olsen hevði ikki dømt Formula-dyst í hesum kappingarárinum, fyrr enn hann fór á vøllin á Streymnesi sunnudagin. Av givnu umstøðunum hevur Dagfinn ikki kunnað vant nóg nógv í vetur, og tí var hann ein av dómarunum, sum ikki stóð fysisku testina, sum dómararnir skuldu ígjøgnum undan kappingarbyrjan. Nýggj roynd var tó á skránni í farnu viku, og her kom Dagfinn ígjøgnum, og so er hann aftur tøkur, tá dómaraásetingarnar verða gjørdar í fremstu føroysku røðini.