Hetta var fyrsti dystur hansara frá byrjan í næstan eitt ár, segði hann við Rás2 eftir dystin. – Hálvan august í fjør var seinast eg byrjaði inni, so hetta var ótrúliga deiligt, viðgekk Rógvi Jacobsen eftir dystin. Sjálvur gjørdi hann eisini tvey mál fyri ÍF. – Nú vil eg so royna at rinda aftur í málum, segði Rógvi Jacobsen, sum er sera takksamur fyri, at tey í ÍF hava verið so tolin og givið honum ta tíð tað krevst, at koma fyri seg aftur.