Fyrsti dekkarin fer av landinum í dag

- Eingin av okkum fer at siga upp, men vit kunnu ikki ganga heima og mala og einki gera, siga dekkarar, sum bíða eftir Carlton-málinum

Carlton-málið

 

Um mánaðarskiftið mars/apríl hava teir fimm dekkararnir, sum eru raktir av mynstringarbanninum hjá Føroya Fiskimannafelag mótvegis pelagiska skipinum Carlton, gingið heima tað mest av einum mánaða.

- Vit kunnu ikki bara ganga heima og mala, men vit fara ikki at siga okkum úr starvi hjá reiðarínum, sum eigur og rekur Carlton. Onkur hevur verið onkran útróðrartúr, onkur hevur smíðað, og onkur hevur landað á Toftum. Í dag fer so tann eini av okkum av landinum og fer við einum útlendskum svartkalva og kongafiskaskipi. Hesin mynstrar ikki umborð, tí skipanin har er ein onnur enn her heima. Soleiðis hevur hesin dekkarin heldur ikki sagt seg úr starvi við Carlton.

Tá ið Carlton varð raktur av mynstringarbanninum fyri limir í Føroya Fiskimannafelag, skuldu fýra av fimm dekkarum við aftur. Hin fimti dekkarin eins og kokkurin skuldu í land at halda frí.

Hesir seks av manningini á Carlton vita í dag ikki, hvør endin verður av hesum stríðnum, nú einki røkist fyri, at reiðarin og felagið, har teir eru limir, ikki kunnu semjast um eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka.

- Onkur er eisini biðin við føroyskum ísfiskaskipi, men tá ið neyðugt er at mynstra, hevur Føroya Fiskimanafelag rátt viðkomandi frá at taka henda kjansir. Um tú mynstrar við øðrum skipi, kann tað samstundis tulkast sum um, at tú hevur sagt teg úr starvi.

Og tað er ikki hetta, sum dekkarar og kokkur vilja.

- Vit vóna, at reiðarin sær tað neyðuga í, at sáttmálin verður hildin, og í løtuni hava vit ongan sum helst hug til at slaka.

Dekkararnir siga seg onga løtu ivast í, at tað eru menn umborð á Carlton, sum taka teirra arbeiði upp, nú mynstringarbannið er galdandi.

- Vit eru vanliga 4 dekkarar við skipinum, og vanliga hjálpa 1. og 2. stýrimaður og maskinmaðurin, sum hevur vakt, til, tá ið mest er at gera. Nú eingin dekkari er við Carlton, er greitt, at onkur annar tekur arbeiði hjá okkum, siga dekkararnir.