Fyrsti dagur hjá Magna

- Eg eri fegin um henda møguleikan at fara út í Fíggjarmálaráðið at royna teori?irnar av í praksis.

- Hetta er ein spennandi avbjóðing, sigur Magni Laksáfoss. Fyrrapartin fór Magni Laksáfoss í arbeiðshandskarnar sum nýggjur fíggjarmálaráðharri.

Á skránni var fyrst ein landsstýrisfundur, síðani móttøka í Tinganesi fyri fjølmiðlafólki og seinni fyri starvsfólkum sínum í Fíggjarmálaráðnum.

Fyrsta uppgávan hjá Magna verður at hyggja eftir, hvussu búskapurin veruliga er fyri í løtuni og hvørji útlit eru fyri tað komandi árið.

- Tað er í veruleikanum hetta, sum avger, hvussu karmurin verður fyri eina komandi fíggjarlóg.

- Hetta verður eisini størsta uppgáva mín sum fíggjarmálaráðharri, sigur Magni Laksáfoss.