Henda dagin vórðu tvey ungfólk, 17 og 19 ára gomul doypt. Sum skilst, var henda dópshending sera eggjandi fyri samkomuna. Vanliga eru eini 30 fólk til møtini sunnumorgnar, men henda dagin vóru tey 90 fólk komu til dópin. – Vit kendu, at Gud brúkti vitnisburðin hjá teimum doyptu at nema við hjørtuni hjá menniskjum, sigur Regin Guttesen (myndin) við samkomublaðið hjá Lívdini.