Fyrsti døgurðin ein heilur høsnagarður!

Róðin Dam, hovmeistari, sigur, at fyrsti døgurðin, nú fyrstu ferð verður loyst við allari manningini umborð á Atlantic Navigator, verður høsnarungi. Og tað er ikki bara høsnarungi í eintal, sum talan er um!

jk Navigator

Hovmeistari umborð á Atlantic Navigator er Róðin Dam, sum er klaksvíkingur. Hann er útbúgvin hotel-kokkur á Copenhagen Corner í Keypmannahavn og hevur sínar royndir á matstovu í Danmark.
Í galluni annars starvast tilsamans 6 fólk umframt ein vaskikona, sum eisini tekur sær av allari vasking umborð, umframt klæðum hjá sjófólkinum og seingjarklæðum.
Umframt hovmeistaran, eru eisini tveir 1. kokkar, har Jógvan Eliasen, sum er kendur frá sínum telduvirksemi gjøgnum meira enn 20 ár, er ein teirra.

Avloysaratúrur
Jógvan kom meira ella minni av tilvild umborð á Næraberg . Tað var sonur hansara, sum vildi hava pápan umborð ein avloysaratúr fyri seg. Síðan hevur Jógvan verið við Nærabergi, og honum dámar ógvuliga væl.
Sum er, hevur hann ongar ætlanir um at fara í land aftur. Umborð á Nærabergi hevur hann eisini hjálpt til, tá ið trupulleikar hava verið við telduskipanini, og somuleiðis hevur hann tikið sær av "bókhaldinum" í kioskini umborð.
Jógvan var bert ein túr í framleiðsluni umborð. Síðan kom hann upp í galluna at arbeiða og har er hann framvegis.
- Eg var at enda hovmeistari umborð á Nærabergi, men nú vit fingu nýggja skipið, var neyðugt við einum hovmeistara, ið hevur útbúgving sum kokkur. Tað havi eg ikki. Eg eri bara sjálvlærdur, sigur Jógvan.
Hann vísir á, at gjøgnum eitt samdøgur fer messan umborð á Atlantic Navigator, nú 100 fólk verða við skipinum, at hava tilsamans 400 vitjandi "gestir".
- So, hetta er sum at starvast á einum stórum hotelli, leggur fyrrverandi teldumaðurin aftrat.

60 høsnarungar
Vit spurdu Róðin Dam, hvat hann fer at geva manningini at eta, nú teir fóru fyrsta túrin mánadagin.
- Vit fara at tosa saman hvørja viku og leggja eina menu fyri eina viku í senn, tí so veit manningin í galluni, hvat er á skránni teir næstu dagarnar.
Róðin sigur, at fyrsti døgurðin, nú fyrstu ferð verður loyst við allari manningini, verður høsnarungi.
Og tað er ikki bara høsnarungi í eintal, sum talan er um!
- Alt verður roknað í grammum fyri hvønn av manningini, men eg vænti, at vit fara at steikja einar 60 høsnarungar til fyrsta døgurðan, sigur hovmeistarin, sum er spentur upp á nýggju avbjóðingina.
Hann sigur, at hann hevur ikki verið nógv til skips, men hann hevur roynt sjólívið.
- Eg havi verið við Borðoyarnesi og sluppuni, Ester í sínari tíð. So, hetta verður ein stór broyting, leggur hovmeistarin, Róðin Dam, aftrat.