Tað var danska múrarafyritøkan "Larsen & Steenstrup" í Keypmannahavn sum bygdi bygningin, sum H.C.W. Tórgarð arkitektur teknaði.
Talan var um tey fyrstu húsini í Føroyum, ið vórðu bygd úr reyðum múrsteini.
15. mars 1969 gevst Balslev við heilsøluvirkseminum. Sama dag yvirtaka Kartni Winther, Torbjørn Sørensen og Poul Michelsen heilsøluna undir navninum Kartni Winther & Co. Bygningurin bleiv tikin niður í 1983/84.
Innsettu myndin er av H.C.W. Tórgarð arkitekti, og av tá húsini vóru reist í 1934.
Um onkur av lesarum okkara veit meira um hesar myndirnar, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á tel. 214647 ella 314647.
Myndir: Føroya Fornminnissavn