Eirikur Lindenskov
Komandi mánadag, tann 6. mai, eru liðin 80 ár síðani, at fyrsti bilurin trillaði á føroyskari jørð.
Tann dagin seldu Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen fyrsta bilin til Júst Sivertsen og Johannes Olsen í Havn. Talan var um ein Ford TT lastvogn, sum kom til landið við DFDS-skipinum, Island, hendan dagin.
Júst Sivertsen (føddur í 1892) var kendur bilførari í Havn. Men Johannes Olsen (føddur í 1894) doyði longu í 1924 av vanlukku, tá ein ketil sprongdist á nýggja Alexandrines Hospitali.
Ein teirra, sum var á Kongabrúnni, tá bilurin kom í land 6. mai 1922, var Oluffa Jensen (Luffa í Gongini 1912-2000) í Havn.
Hon var tá tíggju ára gomul, men hon minnist hendingina væl, tí Johannis og hon vóru systkinabørn ? og vuksu upp í sama húsi undir Kletti í Havn.
Í viðtalu við Sosialin 12. juni 1996 segði hon:
? Eg minnist væl tann dagin. Nógv fólk var komið saman, og bilurin kom í land á einum prámi. Eg minnist ikki, hvørjum skipi hann kom við, men har var eingin, sum dugdi at koyra bilin. Hann var tí skumpaður niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu smiðju.
? Johannes var tann fyrsti, sum koyrdi. Tað var danin, Plank (pápi Viggo Plank), sum lærdi hann at koyra.
Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa.
Hannis førdi annars Reyða Kross, men fór seinni á hospitalið at arbeiða sum montørur, sum tað kallaðist.
? Tá haldi eg, at Júst tók yvir bilin, segði Luffa.
Hannis arbeiddi nógv, greiddi Luffa frá.
? Fysikus Herup hevði altíð boð eftir honum, og tað var eisini tí, at vit vóru millum tey fyrstu, sum fingu telefon. Minnist meg rætt, hvødu vit nummar 13. Hvussu nógv var at koyra fyrstu tíðina, minnist Luffa ikki reiðiliga.
? Men teir koyrdu við fólki, tað minnist eg væl. Teir koyrdu túrar niðan á Sanatoriið og aðrar túrar við. Minnist meg rætt, so kostaði tað 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Eg minnist væl, at Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini.
Um bilin sigur Luffa, at hon heldur hann var svartur ella rættuliga myrkur. Hann hevð ikki el-startara, men skuldi vindast í gongd.
Luffa andaðist í oktober 2000, 88 ára gomul.