Fyrsti argentinski spælarin í B71

B71 hevur gjørt sáttmála við argentinska Victoriano Fragola

B71 hevur gjørt sáttmála við argentinska Victoriano Fragola. Sandoyingar eru ikki óvanir við at B71 heintar spælarar úr øllum verðinshornum at leggja afturat hópinum. Tó hevur ongin verið úr Argentina.

- Vit verið ein túr nærhendis Buenos Aires í Argentina at leita okkum nýggjan styrk til miðverjuna. Victoriano er 26 ára gamal og fyllir 27 ár í juli. Hann er royndur sum yrkisleikari og hevur spælt í bæði Suður- og Norðuramerika, og seinast í ovastu deildini í Bolivia, men hevur nú valt at leita sær til Evropa at royna eydnuna. Sum spæl er maðurin kraftfullur og tryggur við bóltinum, skrivar heimasíðan.

Hann skal avloysa nigerianskt fødda amerikumannin, Brian Okpala, sum eftir farna kappingarár valdi at leita sær annað felag. Tað hevur B71 vitað síðani kappingarenda og hevur tí leitað eftir rætta avloysaranum

- Altíð tá felagið leitar sær styrk, so er tað ein fortreyt at vit meta at leikarar sum menniskju hoyra heima í felagnum. Tí eru samrøður og prát um krøv, treytir og forvæntningar líka stórur partur av arbeiðnum at finna nýggjar leikarar, sum teirra fótbóltsligu førleikar. Eisini her hava vit mett at Victoriano lýkir treytirnar. Argentinin er bæði fryntligur og blíður og tað ljóðar kanska løgið at nevna tað í eini leikara kunngerð, men hesi viðurskifti hava stóran týdning í okkara felagið og fyri framtíðar ætlanir okkara. Taka vit gott fólk inn í felagið, so legst gott fólk afturat, skrivar B71.fo

B71 spælir aftur í ár í næstbestu deildini.