Helst eru meira enn 30 ár liðin síðan ein nýggjur Alfa Romeo seinast varð seldur á eini føroyskari bilasølu. Tað var Sølvi Reinert Hansen í Saltangará, sum keypti hendan fyrsta bilin.
Síðan 1986 hevur Alfa Romeo verið partur av italsku Fiat-konsernini, og verða teir seldir saman við Fiat. Alfa Romeo Giulietta er ein nýggjur bilur, ið kom á marknaðin í fjør sum ein jubileumsbilur í sambandi við at Alfa Romeo fylti 100 ár. Giulietta er annars eitt gamalt navn hjá Alfa Romeo. Teir gomlu Giulietta vórðu gjørdir frá 1954-1965.
Bilurin hevur 1,4 litra turbo bensinmotor við 120 hk. Sum allir Alfa Romeo hevur hesin sportligar koyrieginleikar. Hann er væl útgjørdur við t.d. Start/Stop skipan, fartpiloti, 6 hátalarum, 2-zone klimaanleggi, koyriteldu og 6 airbag. Eisini hevur hann eina skipan, sum nevnist DNA, har skiftast kann millum D (Dynamic), N (Normal) og A (All weather), alt eftir hvørjar eginleikar bilførarin ynskir. Giulietta fekk 6 stjørnur í EuroNCAP krasjtestunum og er ein tann tryggasti bilur í sínum klassa.