Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog varð í gjár handað føroyska flogfelagnum á hátíðarhaldi í Hamburg í Týsklandi.
Eitt ferðalag úr Føroyum var í Hamburg, við løgmanni Kaj Leo Johannesen og landsstýrismonnunum Johan Dahl, Jørgen NIclasen og Jacob Vestergaard á odda.
Og tað var ein fegin og errin stjóri í Atalntsflog, sum tók ímóti nýggja flogarinum.
– Hetta er ein sera stórur dagur, tað kennist sera væl, og tað er ein serlig kensla, tí tað hava verið lagdar so nógvar kreftir í hesa verkæltanina hjá nógvum starvsfólkum í felagnum og hjá Airbus og hinum feløgunum, sum eru partar í verkætlanini. Talan hevur verið um eina langa ferð – og nú eru vit komin til ta ultimativu upplivingina, nú vit fara á flog við nýggja flogfarinum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Stjórin heldur, at við keypinum av hesum Airbus flogfarinum, so er eitt kapittul í søguni hjá Atlantsflog endað.
– Men samstundis fara vit undir tað næsta kapitlið, sum er at seta flogfarið í flúgving. Síðani fara vit at fyrireika okkum til, hvussu vit skulu seta flotan saman í framtíðini, sigur Magni Arge.
Airbus verður nú tað nýggja grundarlagið, sum felagið fer at byggja sítt virksemi á. Gamla grundarlagið var British Aerospace.
Magni Arge dylur ikki fyri, at hann hugsar um fleiri fløgfør av hesum slagnum.
– Tá vit hava sæð, hvussu hetta flogfari virkar, so fara vit víðari. Tað er altíð tað fyrsta flogfarið, sum tað tunga takið. Tá skulu vit finna fram til, hvussu flogfarið skal dimensionerast, hvussu stórir motorarnir sklu vera, hvussu stór kabinan skal vera. Tá tú kemur til nummar tvey, so sigur tú bara, at vit skulu hava eitt kopi av tí fyrra, sigur Magni Arge.
Men hann er tó ikki heilt vísur í, nær næsta Airbus-flogfarið kemur.
– Um vit hvødu eina lønandi verkætlan framman fyri okkum, so kundu vit tikið næsta flogfarið beinanvegin.. Men tað loysir seg ikki, um vit ikki hava ein lønandi rakstur, sigur hann.
Nýggja flogfarið kostar um 250 milliónir. Tað er Íleggingargrunnurin, sum letur høvuðsfíggingina, meðan felagið sjálvt fíggjar umleið ein triðing, meðan BankNordik fíggjar restina.
Um felagið so er ført fyri at útvega sær fígging til enn eitt flogfar er ein onnur søga. Men tað eru eisini aðrir møguleikar, tí tað ber væl til at langtíðarleiga flogfør, sum Atlantsflog hevur nógvar royndir við.
– Men tá fáa vit ikki eitt skraddaraseymað flogfar, sum hetta, sigur Magni Arge.
Nú nýggja flogfarið er komið í flotan hjá Atlantsflog, er eitt annað leigað flogfar latið aftur. Felagið hevur nú tilsams fýra flogfør, trý av teimum gomlu British Aerospace.
Ætlanin er at hava hesi trý flogførini í øllum førum í eitt ár afturat. Eitt av hesum flogførunum er leigað til 2013, og tá tann leigusáttmálin gongur út, verður tað latið aftur. Magni Arge sigur, at tey hava ikki brúk fyri nógv meira enn einum flogfarið um dagin um veturin.
Hóast nýggja flogfarið er munandi størri, enn tað gamla og tekur munandi fleiri fólk, so nýtir tað ikki meira brennievni, enn tað gamla flogarið, so har verður ein týðulig sparing roknað út á hvørt setur, og tað fer at geva ein bíligari rakstur.
Nýggja flogfarið kann flúgva munandi longri, klárar heilt yvir til eystursíðuna á USA og niður til Kanarisku oyggjarnar.
Tann fyrsta rutan til eitt fjart ferðamál, sum liggur longri burtur enn gomlu flogførini kláraðu at flúgva, er tí Barcelona. Tann næsta verður helst Kanarisku oyggjarnar um veturin. Enn er eingin ítøkjulig ætlan um at flúgva til New York, men tað er hugsandi.
– Men ikki í ár. Hinvegin so hugsa vit nógv um at hava gott samband til Keflavíkar, tí haðani er rutusambandið sera gott, sigur Magni Arge.










