Fyrstføddi var ein drongur

Fyrsti føroyingurin í ár bleiv ein fínur lítil beiggi, sum nú er triði drongurin í reiðrinum hjá Fróða og Kristionnu úr Havn

Tveir spentir smádreingir komu út á føðideildina á Landssjúkrahúsinum í morgun har mamma teirra akkurát hevði átt ein lítlan beiggja. Ongin í familjuni visti frammanundan, at barnið, sum mamman bar undir belti, var ein drongur.

- Men tað er fínasta slag, at tað aftur bleiv ein drongur, sigur 35 ára gamla Kristianna Torkilshøj, ið saman við manninum, 38 ára gamla Fróða Sigvardsen, eigur fyrsta føroyingin føddur í ár: Hin 2. januar 2009 klokkan 8.42.

Annars var kappingin um fyrstaplássið hørð úti á føðideildini í morgun: Heili fýra konur gingu og bíðaðu eftir at eiga.

Fróði og Kristianna, sum búgva í Svanga í Havn, eiga frammanundan tveir synir. 4 ára gamla Pætur og 6 ára gamla Hákun. Og teir eru, sum vera man, ernir av lítlabeiggjanum, sum vigaði 3900 gramm og var 56 sentimetrar til longdar.


Gamlir forfedrar

Meðan Sosialurin var á vitjan í morgun, komu eisini tvær ommur og ein abbi á vitjan. Tey greiða frá, at í Sigvardsens nú eru omma og abbi at seks dreingjum og einari gentu. Í familjuni Torkilshøj eru kynsbýtið javnari við seks av hvørjum.

- Ja, her eru nógvir dreingir hjá okkum. Vit vóru eisini tríggir brøður, sigur abbin, Petur Jacob Sigvardsen, sum saman við konuni fór út undir Svanga einaferð um tíggjutíðina í gjárkvøldið, at ansa Pæturi og Hákun, tá foreldrini fóru á sjúkrahúsið. Til stuttleika kunnu vit nevna, at Sigvardsens hava fyri at gerast sera gomul. Olduromma lítla, Drikka á Fløtti, bleiv heili 105 ár og langabbin, Carl Jacob Sigvardsen, bleiv 102 ár.

Í heiminum undir Svanga eru annars fleiri føðingardagar um somu tíð.

- Eg fylli 24. desember og Hákun tann 26. desember. Og so var hon sett at eiga tann 27. desember, sigur stolti pápin, Fróði Sigvardsen.