Fyrstafloks sveinastykki

Leygarkvøldið var Tjóðpallur Føroya alment tikin í nýtslu fyri fyrstu ferð, tá leikurin Momo varð frumsýndur. Aftaná leikin fingu vit orðið á millum onnur stjóran á Tjóðpallinum, Jenny C. Petersen, borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen og formannin í Leiklistaráðnum, Anniku Sølvará.


- Fyri meg var frumsýningin leygarkvøldi stutt sagt fantastisk. Vit eru øll framúr væl nøgd, og sum stjóri havi eg bara fingið uppaftur meir hug og dirvi til at halda fram við tí, sum Tjóðpallurin hevur stungið út í korti, sigur væl hýrdi stjórin, Jenny C. Petersen sum fegnaðist um, at hetta sveinastykkið hjá Tjóðpallinum, leikarum og øllum hinum eydnaðist so væl
?Bravo!?
Jenny heldur, at stemningurin á Meiarínum var heilt serligur leygarkvøldið, og at tað kendist stimbrandi at hoyra nógvu ?Bravo? fagnaðarrópini aftaná. Men Jenny hevur eisini hug at nevna børnini, sum ikki vóru so fá, og sum sóðu út til at vera avbera væl nøgd.
- Eg tosaði við onkur foreldur, sum høvdu børn við, og sum søgdu, at tey sótu púra bergtikin og livdu við í leikinum. Slíkt er sera hugaligt, tí hóast Momo eisini er ein leikur fyri vaksin, er tað hava vit eisini havt børnini og tey ungu í huganum hesuferð. Ein rættur Tjóðpallur skal hava okkurt til øll, ikki endiliga hvørja ferð, men sum útgangsstøði. Við Momo bar tað til at gera tað samstundis, so hetta var ein frálík byrjan, heldur Jenny.
Longri starvsetanir
Vit vita jú, at hesar leikarnir duga sítt yrki, men í Momo prógva tey eisini, at tey megna at taka av nýggjum hátøkniligum avbjóðingum, sum krevja nakað øðrvísi, enn tað vanliga. Hesuferð fekk Tjóðpallurin so  eisini roynt, hvat húsið megnar tøkniliga, og tað gekk bara væl heldur Jennny, sum ikki dylur yvir, at tað hevði verið spennandi at sloppið at roynt seg við fleiri slíkum stórum uppsetingum.
- Men fyrst av øllum er tað mín dreymur at kunnu seta hesi fólkini í starv á ein hátt, so Tjóðpallurin kann varveita tey. Sum er, eru tey bara sett í starv fyri ein leik í senn, tí pengar eru ikki til meira í løtuni. Tað kann gera tað trupult hjá Tjóðpallinum at tryggja ein ávísan kontinuitet í leikárinum, og so leingi vit ikki kunnu bjóða leikarnum meir, eigur tað ikki at koma óvart á nakran, um tey kenna seg noydd at átaka sær annað arbeiði. Og so er ikki víst, at tey eru tøk, tá Tjóðpallurin stendur og hevur brúk fyri teimum, minnir Jenny á.
Hon leggur afturat, at tað hevði tað verið fínt, um Tjóðpallurin kundi gjørt eina samstarvsavtalu við til dømis Útvarp Føroya um, at leikarnir kunnu gera útvarpsleikir eisini. Fleiri av teimum leggja longu røddir til teknifilmar í Sjónvarpinum, og tað samstarvið riggar sera væl og vísir, at sjónleikarar kunnu brúkast til nógv ymiskt innan hetta yrki, sigur Jenny, sum vónar, at slíkar avtalur kunnu verða við til tryggja teimum longri starvsetanir.