Fyrsta vígsla á kommunuskrivstovuni á Toftum

- Hetta er fyrstu ferð, at eina vígsla er farin fram á kommunuskrivstovuni á Toftum, siga tey í Nes kommunu í dag.

Í dag, fríggjadagin 27. oktober, vórðu Ulla Hansen og Kartin L.amhauge Hansen vígd á kommunuskrivastovuni á Toftum.

 

Tað var borgarstjórin, Súni í Hjøllum, sum vígdi tey bæði.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at eina vígsla er farin fram á kommunuskrivstovuni á Toftum, vita tey í Nes kommunu í dag at siga.

 

Tá Nes kommuna í vár tók við býarheitinum, fekk borgarstjórin samstundis vígslumyndugleika.

 

- Fyrsta vígslan, sum borgarstjórin skipaði, var í Nebo hin 18. mars 2023.

 

Nes kommuna ynskir brúðarparinum Ullu og Kartin Lamhauge Hansen hjartaliga tillukku, alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini.