Átti løgmaður at lagt frá sær? Hvør skal verða løgmaður eftir valið, og hvønn flokk velur tú?
Hesir eru spurnar, sum veljarar svara í veljarakanning, sum Fynd í gjár og fyrradagin setti í veljarakanning, sum verður kunngjørd í dag klokkan 17.
Talan er um fyrstu veljarakanningina, sum er gjørd síðani løgmaður á ólavsøku skrivaði út val.
Síðani valið eru gjørdar 14 veljarakanningar í sambandi við løgtingsval, sum hava verið kunngjørdar í Sosialinum. Í 10 teimum seinastu hevur samgongan staðið til at missa meirilutan. Serliga hevur tað verið Javnaðarflokkurin, sum hevur havt stóra framgongd.
Men í kanningunum, sum vórðu gjødar í sambandi við fólkatingsvalið 18. juni broyttist myndin, og Sambandsflokkurin stóð seg nógv betur. Úrslitið á fólkatingsvalinum var, at Tjóðveldi gjørdist størsti flokkur, Javnaðarflokkurin næstur, og Sambandsflokkurin beint í hølunum á Javnaðarflokkinum. Munurin millum Tjóðveldi á fyrsta plássi og Sambandsflokkin á triða plássi var bara eitt prosent.
Umframt eina valforsøgn, sum lýsir undirtøkuna hjá flokkunum, so verður í kanningini eisini spurt, um veljarar halda, at Kaj Leo Holm Johannesen átti at lagt frá sær eftir niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, um, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri løgtinginum. Eisini verður spurt, hvønn persón veljarin vil hava til løgmann.
Úrslitið verður kunngjørt á in.fo, á Rás2 og í útvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 17 og í Degi og viku í kvøld. Øll kanningin kann eisini síggjast í Sosialinum, sum fæst í leysasølu í Havn í kvøld, og sum verður at fáa um alt landið í morgin. Sosialurin kann eisini keypast á sos.fo seinni seinnapartin.