Í morgin kemur fyrsta veljarakanning, sum er gjørd í Føroyum síðani løgtingsvalið 1. september í fjør.
Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjørt kanningina fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.
Á løgtingsvalinum í fjør fór stór broyting fram í føroyskum politikki. Fyri fyrstu ferð fingu vit eina heilt nýggja samgongu, har eingin av flokkunum, sum hevði verið við frammanundan, helt fram í samgonguni. Tað er ikki hent fyrr.
Fyri løgtingsvalið sótu Sambandsflokkurin, sum hevði løgmann, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin í samgongu. Fram til 2013 eisini Sjálvstýrisflokkurin.
Eftir valið í fjør komu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn í samgongu, við Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum sum løgmanni.
Beint sum samgongan varð skipað, boðaði Sonja Jógvansdóttir frá, at hon tók seg úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Soleiðis misti samgongan meirilutan longu í føðingini. Men um sama mundið boðaði Annika Olsen frá, at hon fór úr Fólkaflokkinum. Hon fór upp í Framsókn – varð vald sum forkvinna í fíggjarnevndini umboðandi samgonguna, men eftir bara tríggjar dagar í Framsókn, meldaði hon seg úr aftur flokkinum, so nú taldi samgongan aftur bara 16 tingfólk.
Úrslitið á løgtingsvalinum 1. september 2015 var hetta:
Fólkaflokkurin: 18,9% (-3,6)
Sambandsflokkurin: 18,7% (-6,0)
Javnaðarflokkurin: 25,1% (+7,3)
Nýtt Sjálvstýri: 4,1% (-0,2)
Tjóðveldi: 20,7% (+2,5)
Framsókn: 7,0% (+0,6)
Miðflokkurin: 5,5% (0,6)
Spurningurin er so, um veljarin tekur undir við nýggju samgonguni, um innanhýsistrupulleikarnir í samgonguni – serliga í Javnaðarflokkinum hava ávirkað undirtøkuna hjá samgonguni. Svarið fáa vit í Sosialinum og í Kringvarpinum í morgin.